? Vit eru klárir til tíðina, staðfestir Jónsvein Lamhauge beinanvegin, tá hann verður spurdur um, hvussu tað gongst við fyrireikingunum á molanum. Altjóða reglurnar um, at øll atløguøki, ið taka ímóti ferðamanna- og farmaskipum úr altjóða sjógvi, skulu verða avbyrgd, koma nevniliga í gildi hósdagin 1. juli. Men lata borgararnir í Havnini sær lynda, at molin verður stongdur?
? Vit hava hoyrt okkurt lítið knarr frá ónøgdum havnarborgarnum, men tað hevur allíkavæl ikki verið nakað serligt. Tey spyrja hví vit noyðast at steingja molan heilt, men tá vit so greiða teimum frá, at hetta eru altjóða reglur, sum skulu tryggja ímóti yvirgangi, so skilja tey tað betur. Vit fáa heilt einfalt einki gjørt við tað, tí soleiðis eru reglurnar, sigur hann.
Jónsvein sigur víðari, at alt er komið uppá pláss, og at vakt verður sett á keiøkið frá mikudegnum 30. juni at rokna. Tey, sum arbeiða fyri skipafeløgini og trailaraførarar, sum mugu út á molan í arbeiðsørindum, hava øll fingið útflýggjað eitt id-kort, sum gevur teimum atgongd til keiøkið. Onnur, sum ætla sær út higar, mugu tosa við vaktina fyrst.
Jónsvein sigur tó, at hegnið og vaktirnar ikki áttu at verið nøkur kollvelting fyri havnarborgarar.
?Tað hevur verið bannað at farið út á molan í langa tíð. Tað eiga øll at vita, sum duga at lesa skelti. So hóast altjóða reglurnar koma í gildi nú, so áttu hesi hegnini ikki at gjørt so stóran mun, sigur hann.
Álvarsamt forboð
Á Havnarskrivstovuni eru teir noyddir at fylgja altjóða reglunum, men Jónsvein sigur, at teir ikki ætla sær at vera óneyðuga strangir.
-? Vit vóna, at borgararnir fara at respektera forboðið, so hetta fer at ganga so væl sum gjørligt. Allarhelst fer tað at verða onkur smátrupulleiki, tí hetta er jú nýtt fyri øll, bæði arbeiðsfólkið á molanum, vaktirnar og okkum. Men nú taka vit mikudagin sum eina generalroynd, og so fáa vit at síggja hvussu tað gongur. Vit fáa eitt stórt ferðafólkaskip á Havnina tá, so tey koma at verða okkara fyrsta veruliga uppgáva. Øll eru sitt sindur ósikkur, men nú fáa vit at síggja hvussu tað verður, sigur Jónsvein. ? Vit hava í øll førum alt tað praktiska upp á pláss.
Hann sigur, at allar havnirnar í Føroyum hava havt gott samstarv í sambandi við hesa reglugerðina. Tosað hevur verið um mannagongdir o.t., soleiðis, at allar føroyskar havnir bera seg at á sama hátt, tá altjóða skip leggja at.
? Vit hava umrøtt hvussu vit skulu uppføra okkum í ymsu støðunum, sum kunnu uppstanda. Um havnirnar ikki verða góðkendar, kann tað jú fáa álvarsamar fylgjur -bæði fyri havnina og skipini, sum leggja at. So vit vóna veruliga eisini, at borgararnir fara at taka hetta forboðið í álvara.
Jónsvein sigur, at um onkur ørindaleysur hóast alt fer sær ein túr inn á stongda økið, verður hetta sektað.
? Hetta er jú ein lóg, og brot á lógina kann meiri enn so viðføra at løgreglan kemur uppí leikin. Hetta forboðið má tí takast í størsta álvara, leggur hann at enda dent á.