Rolf Guttesen
Nú hevur Øssur Winthereig vegna sjónvarpið forklára okkum, hví Poul Mohr trein fram á skermin í ”Degi og Viku” herfyri, har hann slapp at hugleiða um sendiharrar, sendimenn, sendistovur, fløgg, gølur og ymsar hendingar á leiðini
Winthereig sigur í Sosialinum 14.03.07: ”Vit valdu ein relevantan persón - nevniliga íslendska konsulin í meira enn 20 ár.”
Tveir dagar frammanundan hevur Poul Mohr tó sjálvur skrivað í Sosialinum í svari til mín: ”Tað einasta eg iðraði meg um aftaná samrøðuna, (var) at eg ikki segði, at eg ikki úttalaði meg sum sum umboð fyri Ísland.”
Har er okkurt galið.
Hesir báðir setningar kunnu ikki báðir vera sannir.
Sendingin var fyri tað mesta upptikin inni í Fútastovu. Poul segði, at hann hevði fingið Fútastovu leigaða til nýggja íslendska generalkonsulatið.
Tað gjørdi hann saktans ikki sum privatmaður?
Og samrøðan – kanska heldur einatalan – snúði seg júst um tað diplomatiska sambandið millum Lýðveldið Ísland og Føroyar.
Hví skuldi ein privatmaður úttala seg um tað, tá man hevur ein undirhaldandi generalkonsul í býnum?
Dregur Poul í land?
Tí er mín meting, at Poul nú togar í land.
Har er hann komin at siga nakað, sum ikki hóskar seg einum íslendskum konsuli. So roynir hann nú, aftaná (!) mína viðmerking (ikki sjálvboðin fyri at rætta eina misskiljing) at sníkja seg undan einari generalfadesu av einum generalkonsuli. Hatta er ov neyðarsligt.
Ikki bara hatta, men alt lesarabrævið vísir, at Poul er ein persónur ella diplomatur, sum eingi politisk ella saklig argument eigur. Hoyr bara:
Brot úr privatari samtalu
Eg fái at vita at eg eri ”fyrrverandi lektari við Københavns Universitet.”
Tað er púra rætt. Tað fortaldi eg sjálvur fyri Poul fríggjakvøldið 9.2.07 klokkan 18.35 danska tíð, tá eg sat í Kastrup Lufthavn og bíðaði at fara umborð á RC 455 til Føroya. Vit sótu saman eina løtu og prátaðu um leyst og fast.
Men eg dugi ikki at síggja hvat mítt starv ella ikki-starv hevur við hesa sakina at gera. Saktans havi eg nevnt, at Poul var íslendskur konsul. Men tað var tí, at tað var sjálvur krumtappurin í hesi sakini. Men, at eg skuldi fáa partar av privatari samtalu serveraða á hendan hátt, tað hevði eg satt at siga ikki væntað.
Lógir og konventiónir broytast ikki við herðaklapping
Eg fái eisini at vita hvar eg búgvi og hvussu leingi eg havi búð har. Hvønn relevans hevur tað fyri hetta mál?
Tað er heldur ikki nakað sakligt - ella bara brúkiligt argument - at fleiri góð fólk hava ringt til Poul og givið honum góðar afturmeldingar. International jura og rættarviðurskifti verða ikki avgjørd við herðaklapping.
At enda skulu lesararnir eisini líka minnast á at Berlin-múrurin er fallin. Poul gitir so, at tað hevði serligar konsekvensir fyri meg. Hann hugsar, at tað ”ivaleyst nívir fyrrverandi lektaran inn á sálina.” Men amatør-psykologurin steðgar ikki her. Nei, hetta sum nú kemur, er í høvdinum hjá Poul Mohr helst av størsta týdningi fyri at forstanda, hví hann gloymdi at siga, at hann í Fútastovu ikki úttalaði seg sum umboð fyri einari fremmandari makt. Hann er vísur í, at Múrurin í Berlin og allar ismurnar, sum eru rapaðar, hava gjørt, ”at hann (Rolf) hevur mist sín samleika.”
Hvør hevur eitt samleikaproblem?
Man ikki Poul hava eitt samleikaproblem, tá hann hevur so ilt við at skilja millum privatpersónin og konsulin? Marxisman trívist strálandi - ikki sum statsreligión í Sovjet ella Mao-Kina - men sum ein klassisk búskaparteori, sum søguteori, sum vísindaástøði. Eg forvænti ikki, at Poul eigur at vita nakað um alt hetta. Men hann brúkar orðini sum politisk fý-orð, sum kanska sigur eitt sindur um samleika.
Hvørjir trælir skulu høggast niður?
Poul Mohr endar sítt lesarabræv soleiðis: ”Eg sigi, sum tað stendur í Høgnatátti:.” Her er so seinasta regla av teim fýra endurgivin: ”at høgga trælir niður” Uhaddadada? Hvat sigur maðurin? Hvat ætlar hann?
Eg tori slett ikki at gita, hvat hatta kann betýða ella siga um Poulsa samleika, hvørki sum privatpersón ella generalkonsul. Hatta er ikki miðøld, nei heldur oldtíð í einum sokallaðum ”høvdingasamfelagi”, sum við nútíðarhugtøkum helst hevur verið eitt eirindaleyst, antidemokratiskt, ómenniskjaligt mafia-samfelag.
Er tað fyrimyndin?
18.03.07