Andstøðuleiðarin í Zimbabwe, Morgan Tsvangirai, segði í gjár, at í roynd og veru er tað herurin ella rættari sagt generalarnir í herinum, sum stýra landinum. Hann segði, at Robert Mugabe, forseti, fær stuðul frá herinum, og at uttan hendan stuðul hevði forsetin ikki verið førur fyri at krevja umval. Morgan Tsvamngirai segði, at andstøðan fer ikki at góðtaka tað, um tað skuldi hent, at stjórnin fer at lýsa Mugabe sum møguligan vinnara á forsetaumvalinum, sum verður 27. juni. Tsvangirai fekk fleiri atkvøður enn Mugabe á forsetavalinum í vár, men sambært almennu valnevndini fekk hann tó ikki tey neyðugu 50 prosentini, og tí verður umval.










