General Motors koyrir 31.500 fólk til hús

Amerikonsku bilaverksmiðjurnar eru í kreppu, og GM hevur nú boðað frá, at 31.500 fólk verða søgd úr starvi tey næstu árini General Motors hevur í løtuni meiri enn 96.000 swtarvsfólk, men nú hevur leiðslan gjørt av at skerja starvsfólkatalið, so tað verður millum 65.000 og 75.000 í 2012.

Samstundis er avgjørt at lata níggju av teimum 47 verksmiðjudeildunum í USA aftur tey næstu fýra árini.

General Motors sigur seg hava brúk fyri 12 milliardum dollarum í almennari hjálp, og at ætlanin er at selja ta svensku Saab-verksmiðjuna.

Umframt Saab stendur GM fyri at framleiða bilar av sløgunum Cadillac, Chevro­let, Daewoo, GMC, Opel og Pontiac.