Í dag og í morgin er opið hús í Müllers Pakkhúsi í Havn. Allir føroyingar hava møguleika at síggja og hoyra, hvat tey umleið 25 oljufeløgini, sum eru virkin á Føroyaøkinum - saman við føroyskum myndugleikum - hava avrikað hesi seinastu 3 árini í sambandi við at kanna umhvørvi, trygd, jarðfrøði, veðurlag ol.
AT júst eitt fyrrverandi fiskahús er karmurin um hesa framsýning er eisini rættiliga hugvekjandi. Ikki tí at ætlanin er, at ein komandi oljuvinna skal avloysa fiskivinnuna, men tí hon skal vera eitt alternativ til verandi fiskivinnu. Ein møgulig oljuvinna skal vera eitt av teimum nýggju búskaparbeinunum, ið føroyska samfelagið skal kunna standa á inn í næstu øld.
GEM er eitt samstarv millum øll oljufeløgini, sum hava áhuga fyri at leita eftir olju við Føroyar og so føroyskar myndugleikar. Endamálið við hesum samstarvi er at gera kanningar av eitt nú umhvørvinum, jarðfrøðini, veðurlagnum og øðrum í góðari tíð, áðrenn fyrsta boringin byrjar. Á henda hátt fær tú eina greiða mynd av støðuni, sum hon er nú. Við øðrum orðum hevur tú fingið eitt sammetingargrundarlag, tá tú um nøkur ár skal meta um avleiðingarnar av boringum á føroyskum øki. Eisini kanst tú við hesum kanningum fáa eina greiða mynd av, hvussu umstøðurnar eru, har ein møgulig framtíðar oljuframleiðsla verður. Við hesum kanst tú eisini leggja oljuleiting til rættis, soleiðis at hon minst møguligt broytir ella skaðar umhvørvið.
Á tíðindafundi í gjár í sambandi við framsýningina varð víst á, hvussu stóran týdning tað hevur, at bæði oljufeløg og føroyska samfelagið eru væl fyrireikað til ta fyrstu boringina, sum helst verður í ár 2001. Hóast tað er vanligt, at oljufeløg samstarva um umhvørivsspurningar í einum nýggjum oljuøki, so er føroyska GEM-verkætlanin kortini eitt eindømi í altjóða oljusøgu, júst tí at eitt samstarv sum hetta er fingið í lag so langt frammanundan, at ein útbjóðing hevur verið. GEM er ein skilagóð fyrireiking til ein nýggjan útvikling í Føroyum. Nettup hetta at kunna heysta ágóðan av royndunum hjá øðrum og at kunna gera okkara egnu royndir í so mikið góðari tíð, er einastandandi. Tað eru tey, sum halda, at útviklingurin eitt nú orsakað av markinum, hevur gingið ov seint. Veruleikin er heldur tann, at nettup bíðitíðin hevur givið okkum møguleikan at fyrireika okkum betur. Tíðin fer at vísa, um ikki hetta fer at løna seg.