Gelur hanin, ella “djelur” hann?

Munur á sunnanfjørðs- og norðanfjørðsmáli!?

Eyðun á Borg
------

Starvsfelagi spurdi meg, hvussu vit úttala orðið, »gelur«. Norðan fyri Skopunarfjørð siga vit »djelur«, í hvussu so er í Suðurstreymoy; men eg havi varhugan av, at onkur vestanfyri og norðanfyri eisini sigur »gelur«!?
Dugir onkur at siga mær, um høvuðsreglan er, at sunnanfjørðsfólk siga “gelur” og norðanfjørðsfólk siga »djelur«?
Málfrøðingarnir í máltáttinum hjá Útvarpinum kundu kanska tikið málið upp!?
undir Argjahamri á halvarðsøku 2012
Við hanamálskvøðu