Vinstra Víkiskylda verður vegna forfall ikki á skránni í dag, men ístaðin verður ein sokallað gellusending á skránni, har høvuðsevnið er mótin í dag. Rás2 kvinnurnar Mirjam Pætursdóttir og Barbara Holm fara í dag at senda beinleiðis frá 15 ? 17, og evnið verður mótin í dag.
Ætlanin er at práta við hárfríðkarar um hármótan í dag, umframt at eitt umboð mótahandlinum Deres verður í Rásarúminum.
Til ber eisini at vinna tvey atgongumerki til vælverustevnuna Liva, sum verður í Klaksvík 14. februar.
Vanligt er væl umtókta sendingin Vinstra Víkiskylda á skránni hetta tíðarskeið, men orsaka av forfalli verður Vinstra Víkiskylda ikki aftur á skránni fyrr enn mikudagin í komandi viku.