Mest lisnað grein á heimasíðuni nordlys.no snýr seg um tradiotionella háttin hjá sámum at gelda reinsdjór. Saman við greinini er eisini høvi at síggja eitt filmsklipp, sum vísir, hvussu ein kvinna geldir reinsdjórið við berum tonnum.
Tað, sum hon ger, er, at hon snøgt sagt býtir sáðstreingin hjá reinsdjórinum av.
Á sámiskum verður hesin háttur róptur "gaskit", og sagt verður, at hetta er ein elligamal háttur millum sámar.
Eli Ristin Skum hevur skrivað eina doktararitgerð um evnið, sum á norskum verður kallað "Aspekter ved kastrering og dyrevelferd i reinflokkne - i et klima i endring".
- Eg havi funnið tilfar, sum vísir, at tey longu í 1600-talinum geldu reinsdjór, og tað er ikki óhugsandi. at hetta eisini er gjørt fyri ta tíð.
Hátturin - at býta sáðstreingin av við berum tonnum - sum verður vístur á filmsklippinum, varð brúktur enntá eftir seinna heimsbardaga, tá norskir djóralæknar funnu út av hesum.
- Djóralæknar hildu, at tað hevði verið ein nógv meiri humanistiskur háttur at brúkt eina tong til gelding heldur enn tenninar, og soleiðis verður tongin brúkt av sámum framvegis í dag, sigur Eli Ristin Skum.










