Sum skrivað í leygardagsblaðið okkara, so var veddingarmaður okkara hetta vikuskiftið liðskiparin á HB liðnum, Rúni Nolsøe.
Stóri spurningurin ta ferðina var, um Rúni var eins dugnaligur at gita, sum hann er á sjálvum vøllinum. Skal metast eftir úrslitinum hesu ferð, so er eingin ivi, tí Rúni megnaði at raka 12 av 13 úrslitum, og hetta má metast sum sera gott.
Ein sikkur kiksaði
Tað var bert í dysti nr. 11, Huddersfield-Stockport, at metingin hjá Rúna var skeiv.
Her hevði hann roknað við einum heimasigri, men tá avtornaði hevði Stockprt vunnið 2-0, og so var 13-talið av ongum.
Tríggjar ferð 10
Sum kunnugt, so eru 12 rættir dystir á seðlinum ikki tað sama, sum at vinningurin er fyri 12 røtt.
Rúni hevði bert 4 røtt U-tekn, og samlaða úrslit av vedding hansara varð, at hann hevði 3 røð við 10 røttum, sum tilsamans kastaðu 216 kr. av sær.