Gekkurin heldur fram við at vaksa

Túsundtals av føroyingum sótu í dag frammanfyri sjónvarpum kring alt landið við gekkaseðlum á borðunum. Einki óvæntað í tí, tí dagsins høvuðsvinningur var nevniliga ein heil millión krónur.


Tað var Steinfinn Jacobsen úr Fuglafirði, ið var heppin nokk at koma gjøgnum í Gekkinum og fekk tríggjar møguleikar at gerast millióningur. Tað eydnaðist honum tó ikki, og í staðin vaks Gekkurin við 100.000 krónur, og er nú 1.100.000 krónur.


Steinfinn Jacobsen valdi bláa leypin, og fekk í fyrsta umfari møguleikan at taka til takkar við 62.500 krónur, men valdi at halda fram. Í næsta umfari endaði hann á 60.000 krónum, men valdi at royna eydnuna eina síðstu ferð.


Tíverri fyri hann, so eydnaðist tað ikki at vinna milliónina, men endaði hann í staðin á 12.500 krónur.


Hann fær tó, eins og allir aðrir føroyingar, møguleikan at royna eydnuna aftur næsta fríggjadag, tá 1,1 millión er upp á spæl.