Tað eydnaðist ikki nøkrum at vinna Gekkin í kvøld, og harvið er greitt, at Gekkurin hevur sett nýtt met. Aldrin áður hevur Gekkurin verið so høgur sum nú, tá 1,8 milliónir krónur eru upp á spæl um tvær vikur.
Gamla metið var frá 31. oktober 2014, tá Ása Christansen vann 1,7 milliónir krónur í Gekkinum.
Tað var Katrin Isfeld úr Havn, ið slapp gjøgnum til vertin hesaferð, og valdi hon at satsa upp á tann reypa leypin.
Fyrstu ferð, tá vinningurin varð tíggjufaldaður, endaði pinnurin á 10.000, og hevði hon harvið vunnið 100.000 krónur um hon steðgaði.
Hon valdi tó at halda fram, og aðru ferð, tá vinningurin varð seksfaldaður, endaði pinnurin á aftur á 10.000, og hevði hon harvið vunnið 60.000 krónur, um hon steðgaði.
Hon valdi tó at royna eydnuna eina seinastu ferð, og tá endaði pinnurin á 10.000 og gjørdist tað endaliga úrslitið.
Nógvur peningur var upp á spæl og tað sást eisini aftur í hinum vinningunum, ið vóru hægri enn vanligt.
Øll fólkini, ið fingu eitt rað, og komu gjøgnum til vertin, vunnu eitt gávukort frá Atlantic Airways til Barcelona á virði 15.000 krónur.
Harumframt vóru hinir leyparnir meira verdir enn vanligt. Um enda varð á leypinum fyrstu ferð hjólið varð snarað, so varð 200.000 krónur lagdar aftrat leypavinninginum, meðan 120.000 krónur vórðu lagdar aftrat, um steðga varð aðru ferð.