Gekkurin er meira pírin í løtuni

Líkt er ikki til, at Gekkurin er komin í jólahýri enn, tí vinningarnir seinastu fríggjakvøldini hava verið lutfalsliga smáir.

Seinastu fríggjakvøldini hevur Gekkurin verið meira pírin, og eingin stórur vinningur er farin úr kringvarpshúsunum.

 

Soleiðis var kvøldið í kvøld einki undantak, og hesaferð var tað Poula Vilhelmsen í Sandavági, sum mátti smyrja seg við 10.000 krónum.

 

Men, kvinnan úr Sandavági tóktist takksom fyri vinningin.

 

Høvuðsvinningurin var á 230.000 krónur, sum hon valdi at deila í teir tríggjar leyparnar við 80.000 krónum í hvørjum leypi.

 

Í fyrstu royndini steðgaði hjólið á 15.000 krónum, men Poula Vilhelmsen helt, at hon fór at royna einaferð aftrat.

 

Bæði í aðru og triðju royndini steðgaði hjólið á 10.000 krónum, sum soleiðis gjørdist vinningurin hjá henni í kvøld.

 

- Eg sigi stóra takk, vóru orðini hjá Poulu Vilhelmsen.

 

Tá tú byrjar at spæla eitt fríggjakvøld, byrjar tú við ongum, og tá eru 10.000 krónur eisini ein góður vinningur.