Gekkavinnarin: - Hetta kemur væl við

- Hetta er eisini ordiliga gott, segði Evi Poulsen, sum ringdi úr Porkeri.

Høvuðsvinningurin í gekka-spælinum í kvøld var á 1,7 miljónir krónur.

 

Tað var Evi Poulsen í Porkeri, sum fekk fulla plátu og slapp at royna eydnuna.

 

- Hetta er fystu ferð, eg royni hetta, og eg eri alvorliga spent, segði hon.

 

Hon valdi at deila høvuðsvinningin í teir tríggjar leyparnar við 600.000 krónum í hvørjum leypi - og so fór hon í gongd.

 

Í fyrstu royndini steðgaði hjólið á 20.000 krónum.

 

Hetta er minsti vinningur, tá hjólið verður drigið, so her valdi Evi Poulsen sjálvsagt at royna ein nýggjan møguleika.

 

Í aðru royndini tvífaldaði hon krónutalið, tá hjólið steðgaði á 40.000 krónum.

 

- Eg haldi, vit royna seinasta møguleikan eisini.

 

Í triðju og seinastu royndini steðgaði hjólið millum tølini í fyrstu og aðru royndini, nevniliga á 30.000 krónum.

 

- Hetta er eisini ordiliga gott, og hetta kemur væl við, segði Evi Poulsen í Porkeri, sum takkaði fyri vinningin.