Í kvøld endaði gekkafepurin, ið hevur vart í nógvar vikur. Hepni vinnarin av teimum 1.250.000 kr gjørdist Heidi Restorff úr Havn Risa stóri gekkurin fór í kvøld. Triðja royndin hjá Heidi Restorff, ið slapp at snara hjólinum gav henni heilar 1,25 millión krónur.
Heidi Restorff sat í Klaksvík saman við vinfólkum. Skríggj og ýl hoyrdust tá ferðin á hjólinum minkaði fram móti bláa leypinum, ið hon hevði koyrt vinningin í.
Komandi fríggjakvøld verður aftur Gekkur á skránni, men vinningurin er ?einans? 50.000 kr.