Tórshavn: Løgreglan í Havn er væl nøgd við avgreiðsluna av nógvu ferðsluni, sum var í sambandi við landsdystin millum Føroyar og Danmark á Tórsvølli mikukvøldið.
Fleiri enn 6000 fólk vóru til dystin, og nógv av teimum ferðaðust í egnum bili. Tí var tað onkur sum frammanundan stúrdi fyri ruðuleika í ferðsluni, men soleiðis varð ikki.
- Nógv havnafólk gingu til dystin í góða veðrinum, og størsti parturin av fólkunum kom í rættiliga góðari tíð, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.
Góð hjálp
Fólk funnu sær sjálv parkeringspláss ymsastaðni nærindis Tórsvøll, og tað vóru ikki øll, sum vildu koma so nær Tórsvølli sum gjørligt, tí á parkeringsplássinum vestanfyri ovara vøll, var pláss fyri fitt av bilum afturat.
Suðuroyingarnir, sum ferðaðust norður til Havnar við Smyrli, vóru teir seinastu, sum komu til dystin, men heldur eingin trupulleiki var í tí sambandi.
Løgreglan hevði eini 14 fólk til arbeiðis í sambandi við dystin, men harafturat fekk løgreglan hjálp frá Bjargingarfelagnum í Havn til at avgreiða nógvu ferðsluna.
- Fólkini frá Bjargingarfelagnum eru von við at loysa hesa uppgávuna, og tað er ein stór hjálp hjá okkum, sigur vakthavandi á politistøðini í høvuðsstaðnum.
Onkur koyrdur heim
Gott lag var á fólki, sum fóru til landsdystin mikukvøldið, og eftir dystin var nakað av fullum fólki í býnum - ið hvussu so er meira enn vanligt er eitt mikukvøld.
Onkur hevði fingið so nógv inn um, at løgreglan mátti fáa viðkomandi til hús, men eingin handtøka var í sambandi við landsdystin.Alt gekk friðarliga fyri seg bæði á Tórsvølli og í býnum annars.
Næsti stóri fótbóltsdysturin verður 3. september. Tá fara Føroyar og Slovenia at spæla HM-dyst á Svangaskarði.