Ikki øll tóku undir við at FSF gjørdi av at luttaka í altjóða kappingum undir FIFA og UEFA. Merktu tit leikarar nakað til tað?
Ja, heilt avgjørt. Tað var ein stórur partur av fólkinum, ið ikki var við upp á tað, og serliga tá vit funnu út av, at vit skuldu spæla okkara heimsdysti á útivølli og ikki í Føroyum. Tað var annars tosað um, at um undantaksloyvi fekst, kundi tað kanska vera ein fyrimunur at spæla á teimum vøllum, ið vit høvdu her í Føroyum. Lyndið í føroyinginum er at ræðast alt, ið fremmant er, og so vóru fólk eisini bangin fyri, at vit fóru at gera okkum fyri skommum. Men tað tóku vit so bara sum eina eya avbjóðing.
Var tað rætt at fara upp í altjóða fótbólt tá, ella skuldu vit havt bíða til vit vóru klárir – ella høvdu vit nakrantíð blivið meira klárir, enn vit vóru tá?
Nei, vit høvdu onganíð blivið klárir. Vit kundu havt sett ein arbeiðsbólk niður og verið vísi í, at vit ongantíð komu víðari harfrá, sum vit vóru tá. Vit komu frá einum Oyggjaleikum, har munurin var ógvuliga stórur á okkum og hinum, og har var einki millumting. So eg haldi tað var rætt at fara upp í tá, og eg haldi tíðin hevur víst, at tað var ein røtt avgerð.
Í fyrireikingunum upp undir fyrsta dystin stóð ein tepur sigur á Hetlandi og eitt stórtap móti Brøndby á skránni. Stúrdu spælararnir fyri dystinum móti Eysturríki?
Tað vil eg siga nei til uttan at ivast eina løtu. Vit vóru ógvuliga uppsettir til dystin, og vit trúðu veruliga, at vit kundu fáa eitt gott úrslit. Vit høvdu sæð teir í HM-kappingini um summarið, og hóast eitt lið, sum kemur til HM er gott, so vóru teir ikki ræðandi, so nei, tað var eingin, ið risti í buksunum upp undir tann dystin.
Hondina á hjartað: Var tað nakar við tilknýti til føroyska liðið, ið veruliga trúði upp á, at tit kundu fara at vinna dystin?
Heilt avgjørt. Og eg havi sagt tað áður, at eg hevði eina heilt fantastiksa góða kenslu undan dystinum, og eg nevndi eisini fyri onkum blaðmanni, at eg føldi, at vit kundu kanska vinna dystin. Og tað var ein verulig kensla, hóast tað ofta kann verða ein stór gjógv millum kenslur og veruleika, men eg eri vísur í, at hinir leikararnir føldu tað sama, anars høvdu vit ikki kunna vunnið dystin.
Hvør var kenslan, tá Torkil skoraði?
Hon var jú heilt fantastisk. Men eitt tað fyrsta eg minnist er at eg hugsaði hvat mundi vera eftir av dystinum, tí nú skuldu vit royna at halda tað. Eg minnist eisini, at vit komu til hálvleik við javnleiki, uttan at hava verið undir serliga stórum trýsti, og tað var eisini ein lítil sigur í sjálvum sær. Hetta vóru jú topptrimmaðir leikarar vit leiktu ímóti, meðan vit vóru reindyrkaðir amatørar, men tíbetur virkaði høvdið kalt og vit vónaðu at fáa okkurt burtur úr dystinum.
Hvussu var at koma heim aftur til Føroya til ein fagnað, sum ongantíð áður er sæddur í søguni?
Tað var púra óveruligt, og ikki fyrr enn nógv ár aftan á er tað gingið upp fyri okkum, hvussu stórt hetta í veruleikanum var fyri Føroyar og føroyingar. Vit hoyrdu, at tað skuldi verða ein lítil móttøka á flogvøllinum, men tað gjørdist púra ófatiligt. Tað vísti seg, at har vóru fólk allastaðni í øllum bygdum, har vit komu framvið. Sjálvt í Vestmanna, ið annars er ein hondbóltsbygd burturav, heirðaðu fólk liðnum, og tað endaði við einum klimaks á Vaglinum, har vit høvdu etið ein døgurða í ráðhúsinum. Tá vit komu út aftur var tað meiri fólk har, enn á ólavsøku. Eg trúgvi, at tá tað er so stórt, registrerar tú tað ikki fyrr enn kanska fleri ár aftaná.
Fleiri fótbólts»serfrøðingar« vilja vera við, at tað var tú, sum legði taktikkin heldur enn Páll Guðlaugsson. Hvat sigu tú til tað?
Nei, tað kann eg greitt avvísa. Hann var venjarin, og hann var avgjørt rætti venjarin til tað fólkið, sum var tá. Vit skulu minnast til, at hann var rættiliga ungu og óroyndur, og tað vóru fleri av spælarunum, ið høvdu líka drúgvar royndir, eisini sum venjarar. Men hann hevði hetta íslendska eitt sindur svaka, eitt sindur tjóðskaparsinnaða, og dugdi væl at yvirføra tað á leikararnar, men var eisini eitt sindur heppin við tað, at fleiri av leikarunum vóru rættiliga búnir. Men tað var hann, sum legði taktikkin.
Hevur landsliðið síðani fingið eitt úrslit, sum bara kann minna um sigurin á Eystuíki í Landskrona?
Skal eg vera heilt erligur, so nei. Men umstøðurar hjá landsliðnum eru vorðnar so ómetaliga nógv betri enn tær, vit høvdu, bæði hvat venjing og øðrum viðvíkur. Nú hava vit leikarar við drúgvum royndum, meðan vit ongar royndir høvdu av nøkrum slag. Og tá vit so hava fingið tey hóast alt góðu úrslitini, sum vit hava fingið, so er tað eingin heimssensatión, sjálvt um tað kann vera eitt óvæntað úrslit.
Tosa fólk framvegis við teg um sigurin á Eysturríki?
Heilt avgjørt. Tað kemur meiri enn so fyri, og kanska serliga tá landsliðið hevur verið í dysti. Nú var eg ein partur av tí, sum hendi tá, og verið mintur um tað fram um tað, ið eg kanska havi gjørt síðani. Men tað stingur ógvuliga djúpt við sigrinum í Landskrona, og øll, sum vóru við tá – bæði leikarar, áskoðarar og onnur – eiga tað upplivilsi í felag, og sum eingin fer at gloyma nakrantíð.









