Gekk upp á bilin

Sunnunáttina hevur onkur gingið seg uppá ein bil, sum stóð parkeraður á Kongabrúnni í Havn.

Løgreglan fekk í øllum førum eina fráboðan beint eftir døgurða í gjár har ein persónur ringdi inn og segði frá, at onkur hevði framt herverk á bil hansara.

Viðkomandi hevði gingið heldur harðliga upp á biltakið, soleiðis at fleiri buglur vóru komnar á bilin.

Persónurin vildi boða løgregluni frá hesum, men vakthavandi á Politistøðini upplýsir, at tey ikki hava nakað at ganga eftir. Men málið er í øllum førum skrásett.

Vakthavandi heitir tí á fólk, sum møguliga hava sæð okkurt, ella sum kunnu koma við fleiri upplýsingum, um at boða frá hesum.