Fimti lið høvdu sett sær fyri at royna seg, tá Mjølnir kallaði til flogbóltskapping í Klaksvík um vikuskiftið.
Men tíverri fyri fyrireikararnar møttu bert 46 av teimum 50, og tískil máttu kappingarnar í onkrum deildum leggjast umaftur.
Tað er ikki óvanligt, at onkur lið ikki møta tá kappingin byrjar, men tað er sera óheppið tá talan er um lið í meistaradeildini.
Meistaradeildarliðið hjá ÍF í mansdeildini møtti ikki, og tískil vóru bara fimm lið í tí kappingini.
Sama var í fyrstu deild hjá monnum, har ÍF eisini helt seg vekk, og tað er ikki fuglfirðingum ella ÍF til nakran sóma, at bera seg soleiðis at móti fyrireikarunum. Kvinnurnar hjá ÍF møttu harafturímóti og vunnu enntá kappingina í 2. deild.
Mjølnir og Fleyr
Kappingin var soleiðis háttað, at innleiðandi umførini vórðu spæld leygardagin og finalurnar sunnudagin.
Í meistaradeildini hjá kvinnum var finalan millum Mjølnir og Drátt, og henda dystin vann Mjølnir sannførandi.
Í meistaradeildini hjá monnum vann Fleyr á Mjølni í einum dysti, sum til endans var rættuliga spennandi.
Kappingina í 1. deild hjá kvinnum vann Fossanes, meðan Fleyr vann kappingina í fyrstu deild hjá monnum.
Kappingna í aðru deild hjá kvinnum vann ÍF, sum longu nevnt, meðan heimaliðið Mjølnir vann kappingina í aðru deild hjá monnum.
Liggur ov tíðliga
Sum heild eru fyrireikararnir sera væl nøgdir við kappingina, sum gekk væl.
Kortini eru teir eitt sindur vónbrotnir av, at hon liggur so tíðliga á árinum, tí tað merkir, at færri luttakandi lið.
? Í ár vóru 20 lið færri, enn tað vóru í fjør, og tað er ikki nógv skeivt, at tað eru júst tey 20 liðini, sum góvu okkum avlopið í fjør, siga fyrireikararnir, sum tí halda, at Flogbóltssambandið eigur at flyta kappingarnar aftur har tær lógu fyrr.
Um tað verður so, mugu vit bíða við at síggja.