Veðrið var av tí allarbesta, tá kappróðurin á ársins Fjarðastevnu á Strondum bleiv skotin í gongd líka yvir kl. 15.00 leygardagin.
42 bátsmanningar høvdu boðað frá luttøku á Fjarðastevnuni, men hjá 10-mannaførunum vóru aftur bert tveir bátar við, av tí at Havnarbáturin valdi ikki at vera við á hesi stevnuni. Sum skilst, so verður hann tó við aftur á Vestanstevnu komandi vikuskiftið.
Annars er at siga, at greiðir favorittar vóru hjá flestu bátaflokkunum undan roðrinum, og flestu av hesum favorittunum megnaðu eisini at vinna sín róður. Eitt undantak var tó, tí í fyrsta róðrinum hjá 5-mannaførunum við dreingjum megnaði Sílið at steðga sigursrøðini hjá Havfrúnni.
Sjálvt um umróður mátti til í tveimum av róðrunum, so gekk bæði skjótt og væl at avgreiða róðrarnar. Her kemur ein samandráttur av teimum sjey FM-róðrunum, sum vóru á skránni.
Sílið steðgaði Havfrúnni
Róðurin hjá 5-mannaførum við dreingjum bleiv í fyrstu atløgu avblástur, tí Blikur hevði tjóvstarta. Næstu ferð riggaði tó betur, tí tá komu allir bátarnar avstað til tíðina, og tað var Sílið, sum legði seg á odda mest sum alt fyri eitt. Havfrúgvin, sum hevur vunnið síðstu tríggjar róðrarnar, og sum liggur á odda í FM-stríðnum, royndi at fylgja við, men sum leið inn eftir fjørðinum gjørdist greitt, at her var Sílið sterkari. Teir endaðu eisini á fyrsta plássi framman fyri Havfrúnna.
Annars er vert at leggja til merkis, at í tveimum av róðrunum í ár hava bátarnir róð ímóti ættini, og í báðum førunum hevur Sílið vunnið á Havfrúnni.
Jarnbardur vann aftur
Hjá 6-mannaførunum við kvinnum letur Jarnbardur ongan sum helst iva vera um, hvør er sterkasta manningin í landinum. Undan róðrinum á Fjarðastevnuni á Strondum høvdu tær vunnið allar róðrarnar trygt, og tað gjørdu tær aftur hesaferð.
Tær løgdu seg á odda beinanvegin, og munurin gjørdist bara størri og størri inn eftir fjørðinum. Kappingin í hesum róðrinum var als ikki um fyrsta plássið, men heldur um annað plássið, sum Kollfirðingur og Lómur stríddust um.
Á málinum var Jarnbardur langt fremst, meðan Lómur vann kappingini um annað plássið framman fyri Kollfirðing.
Hvassi vann harðan róður
Hvassi vísti enn einaferð tenn hjá 5-mannaførum við gentum. Tær løgdu seg eina hálva bátslongd fram um hinar bátarnar tíðliga í róðrinum, og tí var líkt til, at Hvassi enn einaferð fór at vinna ein tryggan sigur, men soleiðis bleiv ikki.
Drekin tók kappingina upp inn eftir fjørðinum, og í fleiri førum vóru genturnar umborð á Drekanum nær við at fara fram við Hvassa. Í endaspurtinum megnaði Hvassi tó at halda seg framman fyri drekastevni, og sostatt vunnu tær í harðari kapping við Drekan fjórða róðurin av fimm møguligum í ár.
Sílið í stórum stíli
Kappingin hjá 5-mannaførum við kvinnum hevur verið sera spennandi í ár, og fleiri bátar hava verið við í oddinum í teimum ymsu róðrunum, sum hava verið kring landið. Nú er tó líkt til, at Sílið er við at fara frá hinum bátunum, tí annan róðurin á rað megnaði tær at vinna rættiliga trygt.
Sílið legði bragdliga fyri í róðrinum og var á odda frá byrjan av. Inn eftir fjørðinum bara øktu tær um munin niður til næstu bátarnar, og eitt skifti var Sílið hálvaaðru bátslongd framman fyri Fípuna Føgru á øðrum plássi. Í endaspurtinum tók Fípan tó rættiliga inn á Sílið, soleiðis at munurin bert gjørdist á leið ein bátslongd, tá bátarnir komu á mál.
Sundabáturin á FM-kós
Hjá 6-mannaførum við monnum tóktist kappingin vera rættiliga jøvn fyrstu róðrarnar, men nú er líkt til, at Sundabáturin hevur sett endaspurtin inn í FM-stríðnum.
Síðsta vikuskiftið vann Sundabáturin tryggan sigur á Varmakeldu, og aftur í dag eydnaðist Sundabáturin at vinna í stórum stíli heilar tvær bátslongdir framman fyri Tvørabátin, meðan Tvørabáturin var uppaftur tríggjar bátslongdir framman fyri Stráluna á triðja plássi.
Við sigrinum er nú nógv sum bendir á, at Sundabáturin fer at vinna FM-heitið, tí nú eru heili átta stig á muni millum Sundabátin og Tvørabátin í kappingini um meistaraheitið.
Fimti sigurin til Heiðabátin
Heiðabáturin hevur vunnið allar róðrarnar hjá 8-mannaførunum í ár í stórum stíli, og aftur á Fjarðastevnuni megnaði teir at vinna róðurin. Teir vóru tó leingi í harðari kapping við Árnfirðing um oddasessin.
Tað var annars Ørvur, sum fekk bestu byrjanina upp á róðurin, men ikki gekk long tíð, fyrrenn bæði Heiðabáturin, Árnfirðingur og Argjabáturin høvdu lagt Ørv aftur um seg.
Serliga Heiðabáturin og Árnfirðingur gingu væl henda dagin, og kappingin teirra millum var rættiliga hørð. Tá á leið 400 metrar vóru eftir avgjørdi Heiðabáturin tó róðurin. Tá megnaði Árnfirðingur ikki at fylgja við meir, og á málinum var ein góð bátslongd á muni millum teir báðar fremstu bátarnar. Argjabáturin kom inn á triðja plássi.
Eysturoyingur vann á Vestmenningi
Hjá 10-mannaførunum vóru bara Eysturoyingur og Vestmenningur møttir til start, men tað var bert í byrjunarspurtinum, at Vestmenningur kláraði at fylgja við. Tá vóru teir helst nakað framman fyri Eysturoyingin, men leiðslan vardi ikki leingi. Lítla løtu seinni hevði Eysturoyingur fingið Vestmenningin aftur, og eftir hetta hugdu teir umborð á Eysturoyingi seg ikki aftur um bak.
Støðugt øktu teir um leiðsluna inn eftir fjørðinum, og at enda vóru einar seks ella sjey bátslongdir á muni millum bátarnar.