Gekk skjótt at drepa

Fyrrapartin í gjár legði ein springaraflokkur beinini í Klaksvík. Drápið gekk skjótt og væl fyri seg.

Klaksvík: Gott 50 springarar vóru í flokkinum, og skift varð millum tey, sum vóru við í drápinum.

Sýslumaðurin í Klaksvík roknaði á middegi í gjár við, at tað fór at vera klárt at skera upp um trýtíðina.