Gekk ikki hjá Juannu

SK Aarhus hevði settbólt í triða settinum, men frúgvin Fortuna var við Fortuna, sum fekk ivasaman bólt við sær. Og so trumfaðu tær báðar teir seinastu bóltarnar ígjøgnum

Tað eydnaðist ikki Juannu S. Joensen at gerast triði føroyingurin, sum gjørdist útlendskur steyapavinnari í flogbólti. Leygardagin spældu Juanna og liðfelagarnir úr SK Aarhus danska steypafinalu, og her gjørdist talan um 3-0 tap fyri Fortuna úr Odense.
Fortuna var saman um tikið betra liðið í finaluni, og serliga tey bæði fyrstu settini sótu tær á øllum. Triða settið kom Aarhus tó væl við, og tær høvdu eisini settbólt við støðuni 24-23. Tær hildu seg eisini hava vunnið settið, tá ein lang serva frá Fortuna sá út til at vera úti. Men dómararnir dømdu bóltin innanfyri, og so kundi Fortuna framman fyri 1.300 áskoðarum seta punktum við eisini at taka teir báðar næstu bóltarnar.