Coca-Cola kappingin ? kvinnur
Fyrstu 20 minuttirnar av seinnu hálvfinaluni í kvinnudeildini millum VÍF og Neistan, mundu heimaáskoðararnir ikki trúgva sínum egnu eygum. Kvinnulið teirra, sum í hálvt annað ár hevur vunnið dyst eftir dyst uttan tað heilt stóra hóvastákið, hevði hesar minuttirnar als ikki sýnt nakað sum helst tekin um meistaraspæl.
Jú, kanska fyrstu minuttirnar, tá alt gekk eftir vild, og tær skjótt skutu seg upp á 2-0, men síðani kom ein drúgvur steðgur. Meðan Neistin so spakuliga tók seg fram, og næstu 15 minuttirnar skeyt seks mál, so fekk VÍF einki. Púrt einki.
Í álopinum fingu tær als ikki ta ferð á spælið, sum tær undir vanligum umstøðum fáa. Verjuparturin stóð mest sum alla tíðina inn ímóti málteiginum uttan at leggja nakað trýst álopið hjá mótstøðuni, og tó at Hallfríð Isaksen hóast alt hevði bjargað tveimum brotskøstum, so var hon ikki nær námind stórspælinum, sum hon sýndi í Havn bert fýra dagar frammanundan.
So komu tær spakuliga. Eitt time-out frá venjarabeinkinum varð nýtt sum vekjari. Svøvnurin varð ruskaður úr eygunum, og so kom ferð á. Við eitt vóru meistararnir at kenna aftur í bæði álopi og verju, og tað fekk Neistin eisini at kenna.
Ikki minst eftir at skift varð út á málverjaplássinum, tí hóast Hallfríð avgjørt telist millum bestu føroysku málverjarnar, so er Manuela Stan í serflokki á økinum.
Ikki bara eru avrik hennara somikið støðug, at tað ber tann vegin, at vit fyri fyrstu ferð fara at ein málverja sum ársins leikara í hondbólti. Virðingin, sum mótleikararnir hava fyri henni, er somikið stór, at hóast møguleikar ofta eru at skjóta, so verður hetta als ikki gjørt. Neistaálopini koyrdu runt og runt, men hóast leikarar ofta høvdu fleiri metrar at leypa á, so hendi einki.
Í málum merkti hetta, at meðan fyrstu 20 minuttirnir endaðu 6-2 til Neistan, so vann VÍF hinar 40 við 20-6, og hetta sigur helst nakað um, hvussu stórur styrkismunurin millum liðini hóast alt er.
Sum seinni hálvleikur leið, so gjørdist talan í løtum um hondbóltsframsýning hjá VÍF, har ikki minst Jacklin sýndi góð gjøgnumbrotsevnir, meðan Ioana gav fleiri dømi um, at tað ikki nýtist at vera hin stóri munurin, um VÍF fær tiltuskað sær brotskast ella tríggjar metrar. Sannlíkið fyri máli er í øllum førum hitt sama.
Greipan ávegis
Einasti spurningurin, sum sostatt er eftir at svara, er, um tað aftur í ár fer at eydnast VÍF at vinna greipuna.
Í landskappingini er neyvan nakar ivi um, at gullið er ávegis, og einki er at fara skeivur í, at tær eisini eru favorittar í steypafinaluni. Hinvegin er steypakappingin nakað serligt. Talan er um ein dyst, har alt stendur og fellur við, hvussu avrikið er júst tann dagin, og er dagurin ikki av teimum bestu hjá øðrum partinum, so kann tað nærum bert enda við einum vónbroti.
Hartil skal sigast, at tann dysturin verðru fyri Stjørnuna kanska mest avgerandi dysturin á árinum. Her fáa tær møguleikan at vinna VÍF eina neisu av teimum heilt stóru.
Hesa ferð gekk tað hjá VÍF, men í einum alt ella einki dysti móti næst sterkasta liðnum í landinum, verður helst neyðugt hjá teimum at sýna meistaraspæl í meira enn tveir triðingar av dystinum.
Dysturin í tølum
VÍF-Neistin 22-12 (9-7)
VÍf víðari við samanlagt 46-31
Málskjúttar:
VÍF: Ioana Rápa 8(2), Sóley Mikkelsen 3, Jacklin Durhuus 3, Jórun Ludvig 3, Nicoleta Radu 2, Fríða Marjunardóttir 1(1), Alis Høghamar 1, Nikolina Eyðbjørnsdóttir 1
Neistin: Birita Wardum 3, Mildrið Jacobsen 2, Gunnleyg Berg 2, Annika Thomsen 2, Súna Mørk 1, Rakul Augustinussen 1, Kára á Dunga 1
Brotskøst: VÍF 4, Neistin 2
Útvísingar: VÍF 2, Neistin 2
Dómarar úr Tjaldri: Kári Hansen & Trúgvi Mortensen. Høvdu eina lætta upphitan til mansdystin.