Gekk fantastiska væl

- Vit høvdu brúk fyri dagføringum við vøllin, og vit høvdu brúk fyri nýggjum graslíki, sigur Sonni á Horni.

Tað grør um gangandi fót í Fuglafirði, og nú um dagarnar vórðu teir lidnir at leggja nýtt graslíki á fótbóltsvøllin í Fløtugerði.

 

- Hetta arbeiði hevur gingið fantastiska væl og týska felagið, ið hevur tikið sær av áleggingini, hevur bara brúkt eina viku um sítt arbeiði.

 

Tað sigur Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu. Hann vísir á, at menn hjá kommununi frammanundan hava gjørt forarbeiðið ógvuliga væl.

 

- Undirlagið á gamla vøllinum var somikið gott, at her var ikki neyðugt at gera nakað av týdningi. Menn hava reinsað rennur við vøllin og annað.

 

Hann vísir á, at frástøðan millum sjálvan fótbóltsvøllin og gyrðingina var ov lítil í mun til tað kravda, men í fjør varð gyrðingin flutt longur út.

 

Sonni á Horni sigur, at hóast hann persónliga ikki gongur so høgt upp í at hyggja eftir fótbólti, ivast hann onga løtu í tí velduga týdningi, sum fótbólturin í kommununi hevur.

 

- Vit høvdu brúk fyri dagføringum við vøllin, og vit høvdu brúk fyri nýggjum graslíki. Tað næsta, sum eftir mínum tykki liggur fyri framman, er eitt nýtt ítróttarhús, sigur borgarstjórin.