Gekk bara betur

Heidi Sevdal helt ikki, at hon hevði gjørt nakað óvanligt fyri at røkka heiðrinum sum besti spælarin í landinum

Fótbóltur

 

Smílið var sjálvandi stórt hjá Heidi Sevdal, tá hon varð kosin at vera besti kvinnuligi spælarin í landinum í nú farna kappingarárinum.

- Eg haldi ikki, at eg havi gjørt nakað óvanligt í ár. Kanska er tað bara tað, at tað hevur gingist betur á vøllinum sum heild hon, tá hon eftir dystin gjørdist samrøðu við Rás2.

Og enn tykist hon ikki hava gjørt sær nakrar tankar um, um heiðurin ber við sær, at hon fer at leita sær nýggjar avbjóðingar.

- Tað veit eg slettis ikki. Enn veit eg slettis ikki, hvat komandi kappingarárið hevur at bjóða, so tað fáa vit at síggja, segði Heidi Sevdal.