17 ára gomlu føroysku hondbóltsdreingirnir fingu ikki nógva hvíld eftir harða dystin ímóti Týsklandi í hálvfinaluni fyrr í dag.
Sí eisini:
Hálvfinalan koppaði skeiva vegin
Hvítarussland hevði hvílt seg hálvan annan tíma longur enn føroyingarnir, men tað gjørdist tíbetur ikki ein endurtøka av byrjanini tá ið liðini hittust fyrradagin.
Sí eisini:
Hondbóltsdreingirnir byrjaðu óheppið
Liðini fylgdust at meginpartin av fyrra hálvleiki. Føroyingarnir skiftu nakað meira út enn í hálvfinaluni fyrr um dagin, sum kravdi øgiliga orku, men fylgdu betri við hvítarussum enn í fyrsta dystinum. Føroyar fingu fatur á leiðsluni eina løtu, men stutt fyri hálvleikssteðgin fóru føroyingarnir aftur at fáa í so nógvar útvísingar og Hvítarussland økti brádliga upp í trý mál til sín. Í steðginum var støðan 16-14 til Hvítarussland.
Munurin øktist upp aftur í trý mál tíðliga í seinna hálvleiki, men við einum tjúgu minuttum eftir at leika, var Rói Ellefsen á Skipagøtu væl skjótandi og var avgerandi fyri dysturin gjørdist javnur 20-20 miðskeiðis í seinna hálvleiki.
Men sum so ofta fyrr hesar dagarnar koppaði dysturin hin vegin aftur. Hvítarussar øktu upp í tvey, og har lá munurin eina góða løtu.
Hvítarussland spældi væl og hevði hug at økja upp í trý í fleiri førum. Føryar tóku time-out við støðuni 28-25 tá ið hálvur sjeyndi minuttur restaði í.
Føroyar minkaðu beinanvegin niður í tvey mál á muni, men nærri komu dreingirnir ikki. Ein útvísing við einum trimum minuttum eftir at leika gjørdist dýr, og Hvítarussland økti upp í bæði fýra og fimm við at senda bóltin í tómt føroyskt mál.
Endin var ein føroyskur ósigur við úrslitinum 35-29. Ein munur, ið mundi kennast alt ov stórur í mun til góðskuna á liðunum báðum.
Føroyar enda sostatt sum nummar fýra av átta liðum við Sparkassen Cup. Týskland og Ísland spæla finalu um eina løtu
p { margin-bottom: 0.1in; line-height: 115%; }a:link { }