Amerikanski fíggjarmálaráðharrin,Timothy Geithner, hevur verið fyri hvøssum atfinningum í seinastuni í sambandi við fíggjarkreppuna hjá tí almenna. Eitt nú hava republikanararnir í Senatinum kravt, at hann skal leggja frá sær. Tað kravið kom fríggjadagin, tá Standard & Poor's kunngjørdi, at kreditvirðið hjá USA er minkað.
Men Timothy Geithner verður verandi í fíggjarmálaráðnum. Tað skrivar tíðindastovan Bloomberg, sum eisini veit at siga, at Geithner hevur boðað Barack Obama, forseta frá, at hann hevur eisini hug at halda fram, um forsetin verður afturvaldur næsta ár.
Tað er lítið at ivast í, at Obama heldur nógv av sínum fíggjarmálaráðharra, tí hann er tann einasti av tí upprunaliga fíggjartoyminum hjá forsetanum, sum er eftir í embæti.