Í Suðuroynni eru fleiri, ið hava fingið sær geit. Tá Egon Jacobsen í morgun, langafríggjadag, kom til sítt par av geitum, vóru eisini tvey smá geitarlomb komin í verðina Fleiri suðuroyingar hava sum eina roynd fingið sær geitir. Ein teirra er Egon Jacobsen í Lopra, sum tó hevur geitirnar í einum seyðahúsum í Vági. Tá hann í morgun kom til geit og geitarbukk, vóru eisini tvey smá geitarlomb komin í verðina.
Eini tveir aðrir eru í Porkeri og í Vági, sum eisini hava geit, og har geitarlomb eisini eru í væntu, men geitirnar hjá Egon vóru fyrstar at økja um geitartalið í Suðuroynni.
Hetta eru geitir, ið eru av sonevnda afrikanska slagnum. Tær hava áður gingið á Rituvíkshálsi, men eru nú sunnanfjørðs.
Lítlu geitarlombini trívast væl og í báðum førum er talan um kallkyn, so nú tróta geitarbukkarnir ikki, og tí verður vónað, at hinar geitirnar, ið lemba í næstum, fáa annað slag.