Geislavirkin toskur í Barentshavinum

Fyri 12 árum síðan sakk russiski kavbáturin Kursk við eini manning, sum taldi 118 fólk. Men Kursk er ikki hin einasti kavbáturin, sum er sokkin í Barentshavinum og í russiskum sjógvi annars gjøgnum árini.

Nú stúra norðmenn fyri, at hesir soknu kjarnorkudrivnu kavbátar kunnu leka geislavirkin evni út í havið. Um so verður, kann hetta fáa álvarsligar avleiðingar fyri norsku fiskivinnuna.

Tað er niðurstøðan í eini frágreiðing, sum norski Havgranskingarstovnurin hevur skrivað.

Granskarar, sum starvast á stovninum, hava kortlagt fleiri russisk kavbátavrak og hava mett um, hvønn týdning skipsbrotini kunnu fáa fyri havumhvørvið.

Eitt av vrakunum er K-159, sum liggur úti fyri Murmansk-fjørðinum. Vrakið liggur á 236 metra dýpi, og úr vrakinum seyrar geislavirknað evnið Cs-137.

Eisini í 1979 og í 1989 endaðu russiskir kjarnorkudrivnir kavbátar sínar dagar á havsins botni.

Óttin er, at fleiri slík vrak kunnu elva til, at toskurin gerst fongdur við geislavirknum evnum, og hetta kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri fiskiveiðina í norðurhøvum.

Russisku myndugleikarnir hava tó ætlanir um at bjarga hesum vrakum - ella at forsegla tey - í 2013, men hetta kemur tó ikki at gera, at vandin fyri fiski, ið er fongdur við geislavirknum evnum, er burtur.

Ein annar potentialur vandi fyri havsins fiskiríkidømi um hesar leiðir er russiska kjarnorkuverkið á Kolahálvoynni, eins og tað eisini skapar órógv, at russar hava ætlanir um at sjóseta eitt nýtt flótandi kjarnorkuverk.

Tað siga granskararnir í frágreiðingini hjá norska Havgranskingarstovninum.