Geislavirkin leki noyddi ein russiskan ísbrótara at leita sær í havn í Murmansk, hagar báturin er komin í øllum góðum. Norskir fjølmiðlar siga, at ísbrótarin, sum eitur Taimyr, var staddur í Karahavinum einar 1.100 fjórðingar eystan fyri norsk-russiska markið í Barentshavinum. Har bleiv staðfest, at luftin í sjálvari luftskipanini var ov geislavirkin, og skiparin gjørdi av at seta kós ímóti Murmansk alt fyri eitt.
Rosatomflot, sum eigur kavbátin, hevur boðað frá, at talan er um ein lítlan leka, og at talan er ikki um nakra kreppustøðu. Men norskir serfrøðingar halda, at vandi kann vera fyri manningini.
Teir flestu kjarnorkuriknu kavbátarnir hjá russum eru frá gomlu sovjettíðini og eru heldur ikki serliga væl hildnir.