Beint nú er eitt geislavirkið skýggj yvir Evropa, eftir at eitt óhapp hevur verið á einum kjarnorkuverki. Tað sigur franski kjarnorkutrygdarstovnurin - IRSN - sambært heimasíðuni hjá danska blaðnum, Ingeniøren.
Sagt verður, at skýggið er fongt við geislavirknað evninum, ruthenium 106, men nøgdin av hesum evni er tíbetur so lítil, at hon ikki er heilsuskaðilig.
Franski kjarnorkutrygdarstovnurin heldur, at skýggið stavar frá einum minni óhappi á einum kjarnorkuverki antin í Ruslandi ella Kasakhstan. Men, tað er ikki endaliga greitt, hvar vanlukkan hevur verið.
Sambært útlendskum miðlum sýtir Rusland fyri at vita nakað um kjarnorkuóhappið, og enn hava franskir myndugleikar ikki verið í samband við myndugleikarnar í Kasakhstan.








