Geirfugladrangur kann brúkast

Herfyri var kjak í íslendskum fjølmiðlum, har fólk settu spurnartekin við, um Ísland kann brúka Geirfugladrang sum grundlinjupunkt til at áseta sjómarkið eftir, tí drangurin er farin í havið og valla kemur undan nakrantíð.

Hetta fekk íslendsku vaktar- og bjargingartænastuna at kanna viðurskiftini. Tað bleiv gjørt tann 6. juli, og sagt verður, at skerið, har drangurin stóð, kemur væl undan á fjøru. Hinvegin er skerið undir á flóð. Í sambandi við kanningina setti tyrlan ein mann niður á skerið.

Tómas H. Heiðar í uttanríkisráðnum í Reykjavík sigur við fjølmiðlarnar, at íslendingar kunnu brúka Geirfugladrang sum grundlinjupunkt, tí tað er nóg mikið, at skerið kemur undan á fjøru.