Geir Wardum venja Kyndils-kvinnurnar

Seinnapartin í gjár gjørdu Kyndil og Geir Wardum avtalu um, at hann næstu tvey árini skal venja besta kvinnuliðið hjá felagnum, sum í ár vann 1. deild og flytur upp í Sunset-kappingina

Hondbóltur: Leygarkvøldið var Geir Wardum kosin ársins venjari í deildini Gentur 17. Tað kom sjálvandi ikki av ongum, tí í vetur hevur tað eydnast honum at fingið genturnar so mikið góðar, at tær vunnu greipuna. Seinnu árini hevur hann vant gentulið í ungdómsdeildini hjá Kyndli, og undan tí hevur hann eisini verið við til at ment kvinnuhondbóltin hjá Stjørnuni í Klaksvík.
Komandi tvey kappingarárini fær Geir eina nýggja avbjóðing, tí tá skal hann venja Sunset-kvinnurnar hjá Kyndli. Kvinnurnar vunnu 1. deild í vetur og skulu nú aftur royna seg millum tær bestu, eftir eitt árs steðg í næstbestu deildini.

Stabilisera liðið
– Fyrst og fremst skulu vit stabiliserað liðið, so tað klárar seg í Sunset-deildini. Hópurin verður nokk víðkaður eitt sindur, so vit fáa eitt sindur breiðari hóp, men yvirhøvur fara vit at koyra víðari við sama liðnum, sum hevur spælt í 1. deild í vetur. Men so vóna vit eisini, at onkur av okkara gomlu spælarum, sum hevur verið aðrastaðni, kemur aftur at hjálpa okkum, sigur Geir, ið avgjørt sær møguleikar við kvinnumanningini hjá Kyndli.
– Vit hava eina góða blanding av ungum og royndum spælarum, so tað verður ein stór og spennandi uppgáva hjá mær at fáa tað at koyra. Eingin væntar nakað av okkum, og tað fyrsta árið vænta vit heldur ikki tað stóra, men skulu bara klára okkum í deildini, og so fara vit næsta árið at royna at blanda okkum upp í toppin.
Geir Wardum vísir á, at besta kvinnuliðið hjá Kyndli í vetur hevur møtt tveimum Sunset-liðum í steypakappingini og vunnið á báðum, umframt at liðið herfyri spældi javnt ímóti Tjaldri í einum venjingardysti, so hann stúrir ikki fyri, at Kyndil hevur eitt kvinnulið, ið er nóg sterkt til at klára seg.

Ungar fáa spælitíð
Kyndil hevur sett sær fyri, at ungu spælararnir skulu mennast, við tað at teir fáa spælitíð á besta kvinnuliðnum, men samstundis verður ásannað, at neyðugt er við royndum spælarum og spælarum uttanífrá, skulu kvinnurnar kunna gera seg galdandi.
Venjari hjá kvinnunum í vetur hevur verið Petur Martin Johansen, sum fær rós fyri avrikið frá Kyndli, nú hann verður avloystur av Geir Wardum. Og samstundis sum ungdómsvenjarunum flytur upp saman við kvinnunum, verður eisini venjaraskifti hjá Gentum 17, sum Geir hevur vant í vetur, tí tær fáa komandi kappingarár Jónleif Sólsker sum venjara.
– Vit hava havt góð lið á gentusíðuni í fleiri ár, og felagið ætlar, at hetta skal síggjast aftur á besta kvinnuliðnum. Samstundis vilja vit tryggja, at menningin í gentudeildunum heldur fram, sigur Anna Rein, forkvinna í Kyndli.