TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við Geir Wardum, venjara hjá VÍF kvinnum aftaná 16-17 tapið í Coca Cola steypafinaluni. VÍF var annars á odda í steðginum við trimum málum.
Geir ergrar seg um, at hansara spælarar ikki hildu fast við góðu gongdina frá fyrra hálvleiki, men gjørdu tað óneyðuga torført fyri seg sjálvar í seinna hálvleiki, serliga við illa frágingnum málmøguleikum, har VÍF kvinnurnar skutu Fríðu í neistamálinum heita.
Geir heldur tó, at tað er synd fyri Marionnu Holm Jacobsen at brenna brotskast ímóti dystarenda. Eitt brotskast, sum kundi givið VÍF longda leiktíð.
Geir er nøgdur við fyrra hálvleik, men heldur, at VÍF skuldi kanska verið á odda við sjey málum í steðginum, um tað var rætt.