Geir Haarde fyri ríkisrætt

Í Íslandi hevur Altingið samtykt at seta fyrrverandi forsætisráðharran Gair Haarde fyri ein ríkisrætt fyri hansara leiklut í fíggjarkreppuni. 33 altingslimir atkvøddu fyri, og 30 atkvøddu ímóti.

Geir Haarde er lagdur undir at hava víst galoysni og líkasælu, tá tann íslendska bankaskipanin fór fyri bakka um heystið í 2008.

Altingið atkvøddi eisini um at seta fyrrverandi fíggjarmálaráðharran Árna Matthiesen fyri ein ríkisrætt, men her atkvøddu 31 tinglimir fyri og 32 ímóti. Fyrrverandi uttanríkisráðharrin Ingibjörg Sólrún Gísladóttir og fyrrverandi vinnumálaráðharrin Björgvin Sigurðsson sluppu eisini ígjøgnum nálareygað.

Jóhanna Sigurðardóttir, forsætisráðharri, boðaði undan atkvøðugreiðsluni frá, at hon var ímóti at seta Geir Haarde fyri ríkisrætt.