Herfyri fríkendi ein ríkisrættur fyrrverandi íslendska forsætisráðharran Geir H. Haarde fyri at hava misrøkt sína skyldu sum stjórnarleiðari upp undir bankakreppuna í 2008. Nú hevur hann fingið starv sum ráðgevi hjá einum sakføraravirki í Reykjavík.
Morgunblaðið skrivar, at sakføraravirkið OPUS hevur sett Geir H. Haarde í starv sum ráðgeva í altjóða viðurskiftum. Sum fyrrverandi forsætis-, uttanríkis- og fíggjarmálaráðharri hevur hann eina sera holla og fjølbroytta vitan.
Sakføraravirkið OPUS varð stovnað fyri seks árum síðani, og har arbeiða nú 12 løgfrøðingar. Ein av eigarunum, Borgar Þór Einarsson, er stjúksonur Geirs H. Haarde.