Jákup Mikkelsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, segði við Dag & Viku í kvøld, at hann er ógegnigur í málum, sum beinleiðis snúgva seg um áhugamál hjá stórreiðaranum, Hanusi Hansen, sum nevniliga er giftur systir landsstýrismannin.
Á fundi í dag millum eitt nú fiskimálaráðharran, Jákup Mikkelsen og løgmann, Kaj Leo Johannesen, hevur gegnisspurningurin verið umrøddur.
Jákup Mikkelsen segði í Degi & Viku, at hann ongar trupulleikar hevur við eitt nú generellum lógararbeiði og millumlandasáttmálum, men har talan er um mál, sum Hanus Hansen hevur beinleiðis áhuga í, gerst hann ógegnigur.
Landsstýrismaðurin segði seg fara at gera alt fyri at tryggja, at eingin sum helst ivi skal vera um hansara gegnisspurning, og at galdandi lógir verða hildnar til punkt og prikkar, sum hann tók til.
- Er ivi um gegni, verður tað løgmaður, sum kemur at taka yvir, og soleiðis verður eisini, tá ræður um eitt nú býtið av tilfeingi, har Hanus Hansen hevur síni áhugamál, segði Jákup Mikkelsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.