GBOB í vikuskiftinum

Undanumførini til GBOB, eru eins og seinasta ár løgd saman í eitt undanumfar, sum verður fríggjakvøldið. Teir bestu 8 bólkarnir í undanumfarinum koma víðari til finaluna leygarkvøldið. Vinnarin sleppur so víðari til London at umboða Föroyar í kappingini.

 

Frásøgumaður hesi kvøldini verður eingin minni enn James Olsen.

 

Fríggjakvøldið opna dyrnar kl 21.00, og byrjað verður við fyrsta bólkinum á pallinum kl 22.00.

 

Leygarkvøldið opna dyrnar kl 22.00, og somuleiðis verður byrjað við fyrsta bólkinum á pallinum kl 23.00.

 

Tá bólkarnir hava spælt, og vinnarir eru kunngjørdir, er disko við DJ·ÓR á skránni.

 

Atgongumerki kunnu keypast við dyrnar frá kl 21.00 fríggjakvøld og kl 22.00 leygarkvøld.

Kostnaður fyri hvørt kvøld er 150 kr.

- tú kanst tó eisini keypa atgongumerki til bæði kvøldini fyri 250 kr.

Ert tú skjót/ur, kanst tú gera kvettið - tí 50 tey fyrstu, sum keypa fyri báðar dagarnar (?vikuskiftispass?), fáa ein feitan Scull Candy ryggsekk frá Kall.