Besta og mest talandi dømi um bólkar, sum hava havt sína fyrstu framførslu í samband við GBOB kappingina, og sum síðani hava sett síni týðiligu fingramerki á tónleikapallin her heima, er helst Boys in a Band. Teir høvdu sína fyrstu framførslu til GBOB 2006, har teir endaðu sum nummar tvey. Árið eftir vunnu teir so fyrst ta føroysku tjóðarfinaluna og síðani altjóða heimsfinaluna í London og harvið eisini teir 100.000 dollararnar, ið teir hava brúkt m.a. til at taka upp og geva út fløguna, Black Diamond Train.
Nógvir nýggir bólkar
Tá hendan greinin fór til prent í gjár vóru 10 bólkar meldaðir til, men hugsandi er at fleiri leggjast afturat, áðrenn freistin er úti á midnátt í kvøld.
Hesir bólkar vóru tilmeldaðir mikudag á middegi (tilvildarlig raðfylgja):
Ladyfire - eingin myspace upplýst
Oniontree - myspace.com/oniontree
Ran Domo - myspace.com/randomomusic
Synnatic - myspace.com/synnatic
Grandma's Basement - myspace.com/grandmasbasement1
Jónsvein - myspace.com/jonsveinmusic
Ineptus - myspace.com/ineptusband
Beerserkers - myspace.com/beerserkersfo
3st - myspace.com/3stfan
Hamferð - myspace.com/hamferd
Onkrir av bólkunum hava spælt nógvar konsertir í ár. Nevnast kann t.d., at Ineptus spældi á G! MINI og Grandma's Basement spældi á Summarfestivalinum.
Hóast fleiri av bólkunum ikki hava spælt fyrr, so avdúka manningarlistarnir, at onkrir hava garvaðar limir við. Nevnast kunnu tónleikarar, ið eisini spæla við bólkum sum t.d. Boys In A Band, The Ghost, Sic, The Story Ends, Synnarchy o.ø
Bæði útlendskir og føroyskir dómarar
Tveir útlendingar (ein íslendskur festivalfyriskipari og ein enskur konsertfyriskipari og blaðmaður) og tríggir føroyingar skulu velja best egnaða bólkin at senda víðari at umboða Føroyar í Heimsfinaluni í London.
Higartil hava umboð fyri m.a. útlendskar festivalar og promotarar verið dómarar í GBOB Føroyar, og í ár er í so máta einki undantak. Sambært fyriskiparanum Jón Tyril hevur tað týdning at hava útlendingar við fyri alsamt at byggja upp netverkið millum føroyskar og útlendskar aktørar í tónleikavinnuni. Tað hevur eisini givið ítøkilig úrslit áður. M.a. hevur luttøkan av umboðum fyri By:Larm í Noregi og Spot í DK verið við til at byggja netverk, so lættari hevur verið at fáa føroyskar bólkar inn á hesi tiltøk seinastu árini.
Í ár koma so tveir av dómarunum úr útlandinum, annar úr íslandi og hin úr Onglandi.
Úr Reykjavík í Íslandi kemur Egill Tómasson frá felagnum Mr. Destiny, sum fyriskipar kenda og háttvirda Iceland Airwaves festivalin. Og úr London í Onglandi kemur Jake McGowan, sum, umframt at ferðast sum DJ á klubbum og festivalum, eisini arbeiðir sum blaðmaður fyri tónleikabløðini VIP News og Dazed & Confused, og harafturat skipar fyri konsertum undir heitinum »Feeding time« í London.
Teir tríggir føroysku dómararnir eru Eyðfinn Jensen, Jens L Thomsen og Bogi á Lakjuni.
Eyðfinn arbeiðir sum framleiðari, lagsmiðjur, ummælari og útvarps-DJ. Eyðfinn stendur fyri playlistanum hjá Kringvarpinum og er bakmaðurin handan poppverkætlanir sum t.d. Faroe5 og Poppkorn.
Jens er útbúgvin sum tónleikaframleiðari í Onglandi. Hann arbeiðir sum framleiðari, tónleikari og tónaskald/lagasmiður. Jens er upphavsmaður, drívkraft og pelaspælari í Orka. Hann spældi í sínari tíð eisini við Clickhaze.
Bogi á Lakjuni arbeiðir sum framleiðari, lagasmiður/tónaskald og rockguitaristur. Hevur m.a. framleitt og spælt við Petur Pólson, Visible Fish, Clickhaze, Knút Eysturstein og øðrum.
Áhoyrararnir sleppa eisini at atkvøða
Men tað eru ikki bara dómararnir, sum skulu siga sína meining. Fríggjakvøldið sleppa áhoyrararnir nevniliga eisini at atkvøða fyri, hvønn tey vilja síggja í finaluni kvøldið eftir. Áhoyraraatkvøðurnar telja 50 prosent í undanumfarinum og dómaraatkvøðurnar telja 50 prosent. Í Tjóðarfinaluni leygardagin vera tað tó bara teir fimm dómararnir, sum einsamallir gera av, hvør føroyskur bólkar skal fáa heiðurin at umboða Føroyar í Heimsfinaluni og samstundis strúka avstað við vinningunum, sum Kringvarpið, MOMO og Simme lata.