GBOB: 8 teir bestu klárir til í kvøld

Teir vóru 16 bólkar, nú eru teir 8. Í kvøld verður bara ein eftir til endans.
Vinnarin sleppur síðani víðari til London at umboða Føroyar ímóti fleiri enn 30 øðrum tjóðum í kappingini um teir 100.000 dollararnar, sum tað eydnaðist Boys In A Band at vinna í fjør.

Vinnarin í kvøld fær harumframt 3 dagar í upptøkuhæli hjá Kringvarpinum, professionella myndatøku við MOMO og gávukort á 10.000 frá Simma.

 

Her eru teir 8 bólkarnir, sum skulu á pallin í kvøld, og hetta er samstundis raðfylgjan, teir spæla í:

 

Goofy Geese and The Troublesome Two

Ladyfire

Hamferð

Nin10do

Beerserkers

3st

Ran Domo

Person

 

Sí myndir frá kvøldinum á myndafrásøgnini ella www.momo.nord.fo

 

Sí tíðir fyri bussar til og frá Mentanarhúsinum, upplating, skrá og annað á www.myspace.com/gbobfaroes