Gazza í syndarligum standi

Einaferð var hann besti fótbóltsspælarin í Bretlandi – nú er hann heilt illa fyri av drykkjuskapi

 

Paul Gascogine var eitt skifti frá seint í 1980’unum og nakað inn í 1990’ini besti fótbóltsspælarin í Bretlandi, og tað sigst, at hann skal verða ein týðandi orsøk til, at enska fótbóltskappingin blómaði í 90’unum og gjørdist ein av heimsins bestu – og ríkastu – kappingum.

Men Paul Gascoigne, sum í síni tíð umboðaði feløg sum Newcastle, Tottenham, Lazio, Rangers og Everton, hevur seinnu árini mest verið frammi í sambandi við neiligar hendingar orsaka av misnýtslu av rúsdrekka. Ferð eftir ferð hava søgur verið í enskum miðlum um hendingar í sambandi við drykkjuskap, og Gazza, ið hann eisini verður nevndur, hevur fleiri ferðir verið heilt illa fyri heilsuliga. Vinir og familja hava stúrt fyri lívi hansara, tí hann hevur drukkið so illa og ansað so illa eftir sær sjálvum.

Gazza hevur fleiri ferðir verið til avvenjingar – seinast í januar í ár - og hann hevur verið edrúur ávís tíðarskeið. Í gjár var aftur galið, tá ið Gazza lá og sløddist uttan fyri íbúð sína í Dorset, og bæði løgregla og ambulansi komu á staðið. Gazza, sum tóktist verða sera illa fyri, var koyrdur á sjúkrahús til viðgerðar.