Gazprom steingir fyri gassi til Týsklands

Gassrørleiðingin Nord Stream 1 er sambært Gazprom noydd at steingja í tríggjar dagar vegna viðlíkahald.

 

Frá 31. august til 2. september fer gassið ikki at flóta ígjøgnum gassleiðingina Nord Stream 1 vegna viðlíkahald. (Arkivfoto). - Foto: John Macdougall/Ritzau Scanpix

Russiska gassfelagið Gazprom steingir fyri gassveitingini gjøgnum gassleiðingin Nord Stream 1 í tríggjar dagar millum 31. august og 2 september.

Gazprom sigur, at tað er vegna handahóvs viðlíkahald av Nord Stream 1.

Gassveitingin frá russiska Gazprom til Týsklands er longu minkað munandi seinastu mánaðirnar. 

Gazprom sigur, at tað er av eini vantandi turbinu. Turbinan er send til Kanada til umvælingar, men hon er afturhildin í landinum vegna tiltøkini ímóti Russlandi.

Týskir politikarar hava fleiri ferðir sagt, at minkingini av gassveitingini er ein roynd frá russiskari síðu at revsa Týskland fyri støðu landsins til russisku innrásina í Ukraina og tí fyri tey tiltøk, sum eru sett í verk ímóti Russlandi.

Í juli var Nord Stream 1 eisini stongdur vegna viðlíkahaldsarbeiði. Hon varð latin uppaftur 21. juli, og gassveitingin hevur síðani verið á 20 prosentum av mestu megi.

Teir tríggjar dagarnar, sum viðlíkahaldsarbeiðið verður mett at taka, skal einasta virkandi turbinan á kompressarastøðini Portovaya hava eitt eftirlit, sigur Gazprom.

Serfrøðingar frá týsku Siemens Energy fara at samstarva við Gazprom um eftirlitið.

Ein talspersónur fyri týska stýrið fyri veitingartrygd segði í gjárkvøldið, at stýrið fylgir neyvt við støðuni, eins og gassídnaðurin og týska ráðið fyri búskapa og veðurlag.

Síðani russisku innrásina hevur Týskland havt úr at gera við at gera seg óheft av russiskum gassi. Gassgoymslurnar í landinum eru í løtuni 78 prosent fyltar.

Týska bundnið av russiskum gassi hevur skapt álvasama stúran fyri mangul hjá fleiri, sum brúka gass til at hita heim sítt í køldu vetrarmánaðunum.

/ritzau/dpa

 

 

Frá 31. august til 2. september fer gassið ikki at flóta ígjøgnum gassleiðingina Nord Stream 1 vegna viðlíkahald. (Arkivfoto). - Foto: John Macdougall/Ritzau Scanpix