Gay Greenland í Norðurlandahúsinum

Gay Greenland er søgan um væleydnaða Gay Pride átakið í Grønlandi. 

Hósdagin 24. apríl letur upp framsýning í Norðurlandahúsinum, ið nevnist Gay Greenland.


Gay Greenland er søgan um væleydnaða Gay Pride átakið í Grønlandi. 


Framsýningin fevnir um 61 vangamyndir av samkyndum grønlendingum. Norðurlendski stovnurin, Napa, í Grønlandi hevur tikið stig til framsýningina, og endamálið er at fortelja, hvussu samkynd uppliva veruleikan í Grønlandi. „

-Vit hava fingið fleiri andlit á grønlendska gayveruleikan,“ sigur fyrrverandi stjórin í Napa, Leise Johnsen, sum sjálv er ein av vangamyndunum á framsýningini.