Gløgt, spennandi og undirhaldandi tilfar er í mentanarískoytinum, »Mentan«, sum er ískoytisblað í Sosialinum hetta vikuskiftið. Blaðið verður prentað í dag, fæst í blaðsølunum í Havn í kvøld og verður borið út við Posta kring landið í morgin.
Úr innihaldinum hesaferð eru eitt nú samrøður við tvær áhugarverdar og gávuríkar tónlistakvinnur: Lenu Anderssen og Angeliku Nielsen. Har er eisini ein køn greining um, hvussu list verður brúkt innan skúlans gátt.
Eisini kanst tú lesa um filmar á netinum – inn í stovuna beint av Býarbókasavninum í Havn.
Høvuðsevnið á summarframsýningini í Norðurlandshúsinum er glas – úr øllum Norðurlondum. Og tey mentanarhagtøl, sum er tøk, siga okkum, hvussu ofta vit fara í biograf ella á listasavn, hvussu ofta vit lána eina bók á bókasavninum, hvussu mentanarkrónurnar verða brúktar og nógv annað.
Barnamentanarsíðan er aftur at finna í blaðnum við umrøðum av »Runt heimin við listdetektivunum« og »Baktus og Karolina«. Listakvinnan Hansina Iversen hevur skrivað grein um íslendsku listakvinnuna Guðrún Einarsdóttir, sum júst nú hevur framsýning á Listasavni Føroya. Heini í Skorini hevur skrivað eina viðmerking til kjakið um javnrættindi hjá LGBT'arum, sum eisini verða viðgjørd á framsýningin Gay Greenland í Norðurlandahúsinum í hesum døgum.
Afturat øllum hesum hevur Sissal Kampmann saman við Ludvík á Brekku gjørt eina sera flotta plakat, so aftur hesu ferð fáa øll sum keypa Sosialin eitt upprunalistaverk við í keypinum.
Tað er Inger Smærup Sørensen, listfrøðingur, sum ritsjórnar ískoytisblaðnum »Mentan«, sum er í Sosialinum eina ferð um mánaðin.