Gary Neville hevur enn einaferð sett seg sjálvan í fokus fyri gerðir, sum kanska eru væl dámdar á Old Trafford, men sum onnur fótbóltsfólk í Onglandi eru alt annað enn fegin. Tá Manchester-derby varð spælt fyrrakvøldið, rann Tevez yvir til beinkin hjá Manchester United, tá hann hevði skorað til 2-1. Her nýtti hann millum annað høvið til at siga Neville frá, at hann skuldi tiga við sínum útsagnum um fyrrverandi liðfelagan. Sjálvur helt Neville lítið um hetta, og aftursvarið til keipurnar hjá Tevez var ein fingur. Væntast kann, at báðir spælararnir nú skulu til hoyring fyri hendingina.