Eitt listasavn í USA hevur fingið eitt verk hjá tí kenda franska málaranum Claude Monet. Talan er um eitt verk, sum almenningurin ikki hevur sæð í 86 ár, og sum sambært amerikonskum fjølmiðlum er 25 milliónir dollarar vert á marknaðinum.
Huguette Clark, sum doyði fyri einum mánað síðani 104 ára gomul, gav Corcoran-listasavninum verkið. Hon gekk sostatt í fótasporunum hjá pápanum, William A Clark, tí hann gav hesum sama savninum fleiri hundrað listaverk, tá hann fór hiðani.
Sambært BBC átti Huguette Clark einar 400 milliónir dollarar, sum hon setti í ein grunn, ið skal styðja listina.









