Stovnarin og stjórin í risastóru veddingarfyritøkuni Bet365, 51 ára gamla Denise Coates, er fyri atfinningum í heimlandinum, Onglandi, har hon annað árið á rað hevur valt at geva sær sjálvari eina risa ársløn frá fyritøkuni, sum hon sjálv setti á stovn í ár 2000.
Hon fekk atfinningar fyri at gjalda sær góðar 1,8 milliardir í løn í 2016, sum tá var hægsta stjóralønin í Stórabretlandi. Líka leggur hon eftir øllum at døma í, tí nú er komið undan kavi, at hon aftur fyri árið 2017 hevur rindað sær sjálvari risastóra løn – og aftur hevur sett met.
Fyri árið 2017 hevur hon nú fingið £220,004,000 í ársløn frá Bet365. Í krónum svarar hetta til 1,85 milliardir. Hetta er tó ikki alt, tí umframt vanligu lønina fekk hon eisini fingið 376 milliónir krónur í vinningsbýti frá felagnum, sum hon eigur meira enn helvtina í.
Atfinningarnar koma serliga eftir at fyritøkan er tiltikin fyri at seta lutfalsliga lág mørk fyri hvussu nógv spælararnir í fyritøkuni kunnu vinna, og at Bet365 ikki letur nógv í stuðli til hjálparfelagsskapir fyri spælisjúku (ludomani).
- Tað er undrunarvert, at ein stjóri í einari veddingarfyritøku fær eina løn, ið er 26 ferðir størri enn hvat øll vinnan tilsamans letur í stuðli til viðgerð ímóti spælisjúku. Vit vita, at spælisjúka ávirkar meira enn tvær milliónir fólk. Tað er neyðugt at fáa hægri avgjøld á yvirskot í veddingarvinnuni, so fleiri fólk kunnu fáa hjálp, sigur Mike Dixon, formaður í hjálparfelagsskapinum Addaction, við The Guardian.
Bretskir politikarar hava funnist at stóru lønini hjá Denise Coates, og eisini Luke Hildyard, leiðari fyri serfrøðingastovnin, High Pay Centre, ið arbeiðir ímóti eitt nú ovurstórum lønum, finst at framferðini hjá Denise Coates, sum hann metir vera ósømiliga og gíriga.
Tað hevur tó ikki altíð trotið hjá Denise Coates við at lata pening til vælgerandi endamál. Umvegis sín egna grunn, Denise Coates Foundation, hevur hon latið umleið 800 milliónir krónur til hjálparfelagsskapir, ið hjálpa við eitt nú fátækadømi, sjúku og vanlukkum.
Denise Coates, sum kann fegnast um at umsetningurin hjá Bet365 í fjør hækkaði 26% til útvið 23 milliardir krónur, heldur seg mest møguligt burtur frá at tosa við miðlarnar, og hon hevur hvørki gjørt viðmerkingar til góða ársúrslitið ella stóru lønina.