Gav monnum sínum boð um at eta ST-hermenn

Ovastin fyri drápsliðunum hjá fyrrverandi forsetanum í Liberia, Charles Taylor, sigur, at forsetin bað menn sínar eta ST-hermenninar

Charles Taylor, sum var forseti í afrikanska landinum Liberia, situr í hesum døgum í einum rættarhøli í niðurlendska býnum Haag, tí altjóða krígsbrotsmannadómstólurin hevur ákært hann fyri at hava framt ellivu brotsverk ímóti mannaættini undir borgarakrígnum í Liberia.

 

Altjóða dómstólurin hevur fleiri vitni í málinum. Eitt teirra er Joseph Marzah, sum var ovasti fyri teimum serligu drápsliðunum, sum høvdu til uppgávu at beina fyri øllum, sum vóru ímóti forsetanum. Tað hevur ljóðað, at forsetin gav sínum monnum boð um at eta teir mótstøðumenninar, sum fullu, og tann spurningin fekk Joseph Marzah í rættinum í gjár:

 

-Bað Charles Taylor tykkum eta fólk, spurdi ákærin.

 

-Ja, tað skuldu vit gera, fyri at fólk skuldu ræðast okkum, svaraði Marzah. Fyrrverandi ovastin fyri liberisku drápsliðunum greiddi sinniliga frá, at mannaátið stóðst av hevndarhugi og svongd. Teir hermenn, sum ikki gjørdu eftir boðum forsetans, vórðu skotnir, segði Joseph Marzah.

 

Hann greiddi frá, at tað vóru ikki bara heimligir fíggindar, sum endaðu sum føði hjá drápsliðunum, men at friðarvarðveitandi hermenn úr Nigeria og ST-hermenn liðu somu lagnu.

 

CNN sigur, at Joseph Marzah verður mettur sum eitt sera týðandi vitni í rættarmálinum ímóti Charles Taylor, og at hnn skal hava játtað at vitna eftir at hava fingið vissu fyri, at hann og hansara næstu fáa neyðuga verju.