Gav liðleiðarunum hálva millión

Liðleiðarar hjá teimum ymsu ítróttarliðunum kring heimin fáa sjáldan nógv uppmerksemi og eiheldur nógva løn, men nú hava liðleiðararnir hjá Vancouver Canucks í norðuramerikansku íshokkideildini, NHL, fingið ein bunka av peningi. Tað er tó ikki felagnum at takka, men harafturímóti einum av leikarunum.


Svenski Daniel Sedin, sum saman við tvíburabróðurinum Henrik er ein av stuðulsleikarunum hjá Vancouver Canucks, hevur júst spælt All Star-dyst í Nashville saman við teimum bestu leikarunum hetta kappingarárið, og – sum vanligt er í All Star-dystum – kom hann heimaftur til Vancouver við fitt av peningi, sum hann og All Star-lið hansara vunnu.


Peningin, sum hann vann, valdi hann at lata liðleiðarunum hjá sær. Tað avdúkar James Mirtle, sum starvast á sjónvarpsrásini TSN Canada. Tað verður ikki upplýst hvussu nógvar liðleiðarar Vancouver Canucks hevur, men teir, sum hava hetta starvið og stríðast handan leiktjøldini, býta teir 92.000 dollararar sínamillum. Tað svarar til 615.000 krónur.


Daniel Sedin, sum hevur eina ársløn á góðar 50 milliónir krónur, er saman við tvíburabróðurinum tiltikin fyri at lata nógvan pening til vælgerandi endamál. Teimum dámar best at halda peningagávurnar loyniligar, men fyri nøkrum árum síðani kom tað fram, at teir høvdu latið 10,2 milliónir krónur til eitt barnasjúkrahús í Vancouver.