Gav liðuppstillingina til mótstøðuliðið

Danski landsliðsspælarin, Nicklas Bendtner gjørdist tann stóra hetjan á Emirates Leikvøllinum í vikuskiftinum, tá hann skoraði sigursmálið fyri Arsenal ímóti Bolton. Arsenal vann dystin 1-0.

 

Sambært enska blaðnum, The Sun, so bjargaði Nicklas Bendtner eisini sær sjálvum við at skora sigursmálið ímóti Bolton. Tí sambært blaðnum hevði hann fingið eina stóra sigar frá leiðsluni í Arsenal, um hann ikki hevði skorað sigursmálið.

 

Tað skal verða púra vist, at Nicklas Bendtner gav liðuppstillingina hjá Arsenal til Fabrice Muamba hjá Bolton. Muamba er gamal liðfelagi hjá Bendtner, bæði í Arsenal og í Birmingham.

 

Aftaná dystin fortaldi ein av leiðarunum hjá Bolton, at teir longu áðrenn dystin kendu til liðuppstillingina hjá Arsenal. Tá Arsenal venjarin, Arsene Wenger spurdi hvussu tað kundi verið møguligt, svaraði Bolton venjarin, at hana høvdu teir fingið frá Nicklas Bendtner. Men Bendtner bjargaði sær sjálvum, og Arsenal, tá saman um kom.