Gav løgregluni fingurin

Sunnumorgunin gekk ein fullur og ótillátaður ungur maður runt í Havnargøtum. Hann var sera provokerandi, og tá løgreglan talaði at, gjørdi hann ikki mætari enn at rætta longutong fram.
Vakthavandi staðfestir, at tað alt veldst um umstøðurnar, hvussu løgreglan ber seg at í slíkari støðu. Løtu seinni mátti ungi maðurin tó ásanna, at hann var farin um tolmarkið hjá løgreglumonnunum, og at tað tá ikki loysir seg at hava fingurin ov langt frammi. Hann varð nevniliga tikin og skuldsettur.